Hóast hann kom úr Fólkaflokkinum, er tað ikki haðani, at tær flestu atkvøðurnar hjá Poul Michelsen og Framsókn koma. Nýggjasta veljarakanningin hjá Gallup, sum Dimmalætting hevur latið gera, vísir, at Framsókn tekur fleiri atkvøður frá Tjóðveldi enn frá Fólkaflokkinum, sum tó eisini missir nógv tann vegin. Sera nógvir veljarar eru tó framvegis í iva um, hvønn teir skulu velja.
- Nýggja veljarakanningin hjá Gallup er áhugaverd upp á tann hátt, at Tjóðveldi fær eina rættiliga stóra afturgongd. Tað er fyrstu ferð í langa tíð, at Tjóðveldi stendur til at missa so nógv í eini veljarakanning.
Tað skrivar Dimmalætting og leggur aftrat, at tað áhugaverda í hesum sambandi er ivaleyst, at veljarakanningin er gjørd yvir ein heilan mánað.
- Hetta merkir, at fleiri ymisk politisk mál kunnu hava ávirkað svarini frá spurdu veljarunum, og tað er ikki óhugsandi, at samstarvið hjá flokkinum við minnilutasamgonguna í sambandi við makrelin og ikki minst fiskidagarnar nú sæst aftur.
Í so máta er tað áhugavert, at kanningin hjá Gallup vísir, at Tjóðveldi missir til allar hinar flokkarnar. Og eisini, at flokkurin er tann flokkurin sum í hesari kanningini missir mest til hinar.
- Tá Poul Michelsen gjørdi av at stovna Framsókn, varð tosað um, hvaðani atkvøðurnar hjá honum skuldu koma. Poul hevur umboðað Fólkaflokkin, og tí hevði tað ikki komið óvart á, um tað var haðani, at ein partur av atkvøðunum hjá nýggja flokki hansara skuldu koma.
Sambært kanningini koma atkvøður haðani, men kanningin vísir eisini, at Framsókn tekur nógvar atkvøður frá Tjóðveldi.
- Við fyrsta eygnabrá kann tað kanska tykjast eitt sindur løgið, men tað er tað tó ikki, tá avtornar. Fáur man ivast í, hvar Poul Michelsen stendur tjóðskaparliga, og tí kann tað saktans hava drigið fleiri at kvøður yvir til Framsókn, skrivar Dimmalætting.