Í gjár vóru fleiri lokalval í Bretlandi, sum verða mett sum fyrsta royndin hjá nýggja Labourleiðaranum, Corbyn.
Bretski andstøðuflokkurin Labour sær út til at fáa ein undir vangan frá veljarunum, eftir at breta í gjár atkvøddu á regional- og lokalvalum í Stórabretlandi.
Afturgongdin tykist tó ikki at gerast so stór, sum greinarar høvdu væntað, skrivar BBC.
Valini hava verið mett sum próvtøkan hjá Jeremy Corbyn og fyrstu átta mánaðirnar við valdið í flokkinum.
Eftir at helmingurin av atkvøðunum hava verið taldar við lokalvalið í Onglandi stendur Labour tilat missa slakar 30 sessir kring landið, skrivar tíðindastovan Reuters.
Samstundis hevur flokkurin mist nógv í Skotlandi og Wales. Millum annað sær út til, at Konservativi flokkurin hevur koppað Labour sum best dámda flokk í Skotlandi eftir tjóðskaparflokkin SNP, skrivar Sky News.
Í Skotlandi, Wales og Norðurírlandi verða tjóðartingini sett saman av nýggjum.
Tó bendir alt á, at Labour kann varðveita lyklabýri sum Southampton, Norwich og Hastings, og yvir fyri BBC viðgongur John mann, tjóðartingslimur, sum hevur verið argur mótstøðumaður hjá Corbyn, at flokkurin hevur »klárað seg ok«.
Eygleiðarar hava hildið neyvt eyga við valinum í London, har veljarar skulu peika á nýggjan borgarstjóra.
Favoritturin til at taka yvir borgarstjórasessin frá konservativa Boris Johnson er Sadiq Khan. hann er úr Labour, er muslimur og hevur í dagarnar fram til valið ligið greitt á odda – framman fyri mótstøðumannin, konservativa Zac Goldsmith.
Úrslitið av borgarstjóravalinum í bretska høvuðsstaðnum væntast ikki greitt fyrr enn seinni í dag. Eisini í Bristol, Liverpool og Salford skal nýggjar borgarstjóri veljast.
Valluttøkan væntast at vera lág. Millum annað tí, at bretsku veljararnir hugsa meira um fólkaatkvøðuna 23. juni, tá tey skulu taka støðu til, um Stórabretland skal fara úr ES.