Veljarin: Fosturtøka skal loyvast - í ávísum førum

Í øllum flokkum er meiriluti fyri at loyva fosturtøku, men bara í tveimum er meiriluti fyri fríari fosturtøku, vísir nýggj kanning

Í øllum flokkum er meiriluti fyri at loyva fosturtøku, men bara í tveimum er meiriluti fyri fríari fosturtøku, vísir nýggj kanning.

 

Í spurnarkanningini, sum Lóður hevur gjørt fyri Javnaðarflokkin á Fólkatingi, verður eisini spurt um, hvønn flokk, viðkomandi atkvøddu fyri til seinasta val. Tí ber til at siga, við ávísum fyrivarni, hvussu stuðulin ella mótstøðan móti fosturtøku er hjá veljarunum í ymisku flokkunum.

 

Tá hugt verður eftir politiska býtinum sæst, at tað einans er í Tjóðveldi og Framsókn at ein meiriluti av veljarunum ynskja fría fosturtøku. Hjá Framsókn ynskja tríggir av fimm veljarum fría fosturtøku, meðan ongin er fyri einum banni. Hjá Tjóðveldi eru 52 prosent av veljarunum fyri fríari fosturtøku, 43,1 prosent ery fyri fosturtøku undir ávísum umstøðum, meðan 1,3 prosent ynskja eitt bann.

 

Í øllum hinum flokkunum svarar meirilutin av veljarunum, at teir stuðla fosturtøku undir ávísum umstøðum. Í hinum flokkunum er undirtøkan fyri fríari fosturtøku størst í Javnaðarflokkinum (38%), síðani Sambandsflokkinum (23%), Fólkaflokkinum (19%) og Sjálvstýrisflokkinum (9%), meðan eingin, sum hevði valt Miðflokkin, stuðlar fríari fosturtøku. Stuðulin fyri einum banni er eisini størst í Miðflokkinum, har ein triðingur av teimum spurdu Miðfloksveljarunum siga seg stuðla einum banni.

 

Kanningin vísir tí, at í øllum flokkum er meiriluti fyri at loyva fosturtøku, men bara í tveimum er meiriluti fyri fríari fosturtøku.

 

Í Vikuskiftissosialinum er í dag stórt tema um fosturtøku. Umframt kanningina er samrøða við Katrin Kallsberg, yvirlækna, um fosturtøkur. Eisini greiða Katrin R. Joensen, forkvinna í SU, og Aksel Berg, nevndarlimur í UFM, frá sínum sjónarmiðum. Vikuskiftissosialurin er til keyps í sølubúðunum í miðstaðarøkjunum í dag og um alt landið í morgin.

 

Kanningina hevur Lóður gjørt fyri Javnaðarflokkin á Fólkatingi. Øll kanningin er at lesa á heimasíðuni og Facebookvanganum hjá Javnaðarflokkinumá Fólkatingi.