Fleiri danskir veljarar vilja hava Lene Espersen til forsætisráðharra heldur enn Lars Løkke Rasmussen Tá Lars Løkke Rasmussen seinnapartin tekuyr við sum danskur forsætisráðharri, er tað millum annað við stuðuli frá Konservativa Fólkaflokkinum og Lene Espersen, floksformanni.
Men ráddu teir donsku veljararnir, høvdu teir valt Lene Espersen fram um Lars Løkke Rasmussen.
Ein nýggj meiningakanning, sum Capacent Epinion hevur gjørt, vísir, at 40 prosent av teimum spurdu vildu havt Lene Espersen, meðan 24 prosent vilja hava Lars Løkke Rasmussen.
Triði hvør veljari sigur, at tað kann gera tað sama, hvør av teimum báðum verður stjórnarleiðari.