Veljararnir stuðla sjálvstýrisleistinum

Baklandið hjá Sjálvstýrisflokkinum samtykti á eykaaðalfundi um vikuskiftið at geva nýggju sjálvstýrisætlanini hjá landsstýrinum fullan stuðul

Limirnir í Sjálvstýrisflokkinum vóru væl umboðaðir á eykaaðalfundinum, sum Sjálvstýrisflokkurin helt í Klaksvík leygardagin.

Á fundinum gjørdi flokkurin eina yvirlýsing, sum fult tekur undir við nýggja sjálvstýrisleistinum, sum landsstýrið legði fram á tíðindafundinum 2. november.

Fundarsamtyktin vísir á, at ætlanin, sum Sjálvstýrisflokkurin legði fram saman við hinum samgonguflokkunum, tryggjar, at Føroyar gerast sjálvbjargnar og sjálvstøðugar eftir einum realistiskum áramáli og at allar bindingar millum Føroyar og Danmark verða loystar eftir og við vilja Føroya fólks.

Sjálvstýrisflokkurin heldur nýggja sjálvstýrisleistin vera fult í tráð við stevnumiðini hjá Sjálvstýrisflokkinum. Í yvirlýsingini sigur flokkurin seg meta nýggja leistin vera ein stig fyri stig politikk, sum við skilagóðari fyriskipan førir á málið, ið er einar frælsar Føroyar. Harafturat fegnast Sjálvstýrisflokkurin um, at verkætlanin skal staðfestast við tveimum fólkaatkvøðum.

? Sjálvstýrisflokkurin miðar eftir, at verkætlanin dær dyggan stuðul millum manna á fólkaatkvøðuni, og tí kann fundurin als ikki taka undir við fráboðanuunum um, at henda ætlan skal fremjast í einum ov stuttum tíðarskeiði, sigur Sjálvstýrisflokkurin at enda í fundarsamtyktini.


Broytir bygnað

Eykaaðalfundurin hjá Sjálvstýrisflokkinum viðgjørdi eisini eitt uppskot um at broyta bygnað floksins, soleiðis at tað verður staðfest, at tað er politiski formaður floksins, ið er talsmaðurin úteftir.

Eftir skipanini higartil hevur Sjálvstýrisflokkurin havt ein formann í tingbólkinum og ein formann fyri landsnevndina. Formaðurin fyri landsnevndina hevur virkað sum formaður fyri baklandið, meðan formaðurin í tingbólkinum hevur verið politiskur formaður.

Hendan skipan hevur verið heldur ørkymlandi, tí hon hevur skapt iva um, hvør er veruligi formaður floksins. Flokkurin og fólk yvirhøvur hava ivast í, hvør av hesum formonnum er tann, ið alment eigur at melda út vegna flokkin.

Nýggja skipanin leggur upp til, at flokkurin framvegis skal hava ein politiskan formann og ein formann fyri landsnevndina. Men eftir nýggju skipanini skal tað verða politiski formaðurin, ið er talsmaður floksins úteftir. Formaðurin fyri landsnevdina skal taka sær av ymsum umsitingarligum uppgávum og samskipan.

Báðir formenninir verða valdir beinleiðis á hvørjum landsfundi.

Flokkurin samtykti á aðalfundinum, at lógaruppskotið skuldi latast lokalfeløgunum til ummælis, so tey hava møguleikar fyri at gera broytingar í tí, áðrenn tað væntandi verður samtykt á eykaaðalfundi í Havn einaferð tíðliga í desember.