Veljararnir fara til høgru og vinstru

Ein nýggj meiningakanning í Danmark vísir, at teir báðir flokkarnir ytst til høgru og vinstru, Danski Fólkaflokkurin og Eindarlistin, hava ta størstu framgongdina í løtuni. Kanningin gevur Danska Fólkaflokkinum 13,6 prosent av atkvøðunum og Eindarlistanum 8,6 prosent.

Sosialdemokratarnir fáa eina lítla framgongd í kanningini og koma upp á 20,7 prosent. Vinstri hevur harafturímóti eina lítla afturgongd, men er framvegis klárt tann størsti flokkurin við 32,7 prosentum.

Eftir kanningini høvdu stjórnarflokkarnir og Eindarlistin fingið 79 umboð í Fólkatingið, um val hevði verið nú. Andstøðan hevði fingið 96.