Veljararnar hjá Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og
Javnaðarflokkinum vilja fegnir hava, at samgongan heldur fram. Summir veljarar hjá Tjóðveldinum eru nokk so heitir fyri at fara í samgongu við Sambandsflokkinum, men sambandsveljarar eru ísakaldir Veljararnir hjá teimum trimum samgonguflokkunum, vilja fegnir hava, at samgongan heldur fram eftir løgtingsvalið 19. januar.
Tað vísir ein veljarakanning, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin og sum er endurgivin í blaðnum nú á nýggjárinum.
Av fólkafloksveljarum vilja 36% helst halda fram við samstarvinum við Sambandsflokkin og 20% vilja halda fram saman við Javnaðarflokkin. Hinvegin vilja 14% av fólkafloksveljarunum heldur hava eina samgongu við Tjóðveldi.
Millum sambandsveljarar vóru tølini so, at 38% vilja halda fram við Fólkaflokkinum, 30% vilja halda fram við Javnaðarflokkinum, men einans 5% eru fyri eini samgongu við Tjóðveldið.
Millum javnaðarveljarar, vilja 34% halda fram við Fólkaflokkinum, 23% við Sambandsflokkinum og 19 % av javnaðarveljarunum vilja heldur hava samgongu við Tjóðveldið.
Hjá tí fjórða av teimum stóru flokkunum, Tjóðveldinum, var býtið nakað javnari, ikki minst afturímóti, hvussu tað plagdi at vera hjá teimum. Hendan veljarakanningin vísir, at 27% av tjóðveldisveljarum høvdu bestan hug á Javnaðarflokkinum, 23 % søgdu Fólkaflokkin, og heili 17 prosent nevndu Sambandsflokkin.
Hetta seinasta er kanska tað mest merkisverda í hesari kanningini.
Hetta talið hevur fyri tað mesta ligið um 1%, onkuntíð hevur tað verið uppi á 6%. Men annars hevur tað ikki verið ein møguleiki, ið tjóðveldisfólk hava havt serliga frammaliga, men nú eru tað so 17% av tjóðveldisfólki, sum hava Sambandsflokkin fremst í huganum, tá ið samgongumøguleikar skulu umhugsast eftir valið. Tað óhugaliga hjá teimum er so bara tað, at tað eru bara 5% av sambandsveljarunum, ið vilja hava eina samgongu við Tjóðveldið.
- Í so máta fær Tjóðveldið nærmast krakk frá Sambandsflokkinum, skrivar Jógvan Mørkøre, ið hevur greinað veljarakanningina fyri Sosialin.










