Veljarar hjá Heðin Mortensen vistu, hvat tey fingu

Tað er eitt fulltíðarstarv at vera borgarstjóri í Havn, men tað er skeivt at nokta honum at vera tingmaður eisini

Tað er eitt fulltíðarstarv at vera borgarstjóri í Tórsshavnar Kommunu.

 

Tað halda býráðslimir í Havn – eisini tey, sum í gjár góvu Heðini Mortensen undantaksloyvi til at halda fram sum fulltíðarsettur borgarstjóri, hóast hann nú eisini skal í Løgtingið.

 

Bæði Elin Lindenskov, Tróndur Sigurðson og Halla Samuelsen, býráðslimir fyri javnaðarflokkin, ásanna, at borgarstjórin í Havn hevur nóg mikið til at ríva í til at tað eigur at vera eitt fulltíðarstarv.

 

Men tey føra øll trý fram, at tá ið Heðin Mortensen stillaði upp til løgtingsvalið, gjørdi hann greitt, at hann ætlaði ikki leggja borgarstjórastarvið frá sær, varð hann valdur á løgting.

 

Úrslitið var, at hann varð valdur á ting og tað tulka tey soleiðis, at veljarin vil hava Heðin Mortensen á ting eisini, samstundis sum at hann er borgarstjóri.

 

- Veljarin vitsti, hvat hann fekk, og tí eigur býráðið ikki at leggja honum forðingar í vegin, er niðurstøðan hjá javnaðarflokkinum í Tórshavnar Býráði.

 

Jógvan Arge, býráðslimur fyri Tjóðveldi vísir hinvegin á, at væl er Heðin Mortensen valdur á ting. Men allir limir í Tórshavnar Býráð hava valt hann til borgarstjóra og at røkja áhugamálini hjá Tórshavnar Kommunu fulla tíð- og fyri fulla løn.

 

Men nú er úrslitið, at hann kanska fer at røkja áhugamálini hjá Tórshavnar Býráð í avmarkaða tíð – men fyri fulla løn, heldur Jógvan Arge.