Veljarakanningar húðfletta Boris Johnsen eftir veitslugølur

Stjórnin er rakt av gølum, og veljarakanning gevur andstøðuflokkinum Labour størstu undirtøku síðani 2013

 

Flokkurin hjá Boris Johnsons, Konservativi flokkurin, er langt aftan fyri andstøðuflokkin Labour í veljarakanningum. (Arkivfoto) - Foto: Henry Nicholls/Reuters

Nakað bendir á, at bretski stjórnarflokkurin, Konservativ Flokkurin, er hart raktur av gølunum av veitslulívinum í forsætisráðharrabústaðnum í Downing Street 10.

Andstøðuflokkurin Labour er í eini kanning longst framman fyri stjórnarflokkin síðani 2013.

Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Í seinastu veljarakanning, sum Opinium hevur gjørt, stendur Labour til at fáa 41 prosent av bretsku atkvøðunum. Konservativi flokkurin liggur um 31 prosent.

Floksleiðarin – forsætisráðharrin Boris Johnson – hevur seinastu tíðina verður partur í fleiri gølum.

Søgurnar snugva seg um fleiri veitslur, sum hava verið í Downing Street 10.

Tað hevur havt við sær ramaskríggj, tí tær hava verið, meðan Ongland var hart rakt av avmarkingum, at familjur ikki ein gong kundu hittast.

Miðlarnir hava eisini rættiliga verið eftir Boris Johnson.

Fyrr í vikuni skrivaði bretska blaðið The Guardian um, hvussu tey ballaðust í Downing Street 10, meðan landsins drotning, Elizabeth, syrgdi einsamøll deyða mann sín, Philip prins.

Boris Johnson var ikki við í teimum báðum veitslunum, men hevur kortini biðið alment um umbering yvir fyri drotningini.

Labour hevur leingi kravt, at Boris Johnson leggur frá sær av hesum veitslunum.

Og sjálvt í egna flokki hansara eru lemjandi atfinningar av 57 ára gamla forsætisráðharranum.

Fyrrverandi konservativi ráðharrin, Johnny Mercer, hevur áður sagt við The Guardian, at avdúkingin av fyrstu veitsluni var »eyðmýkjandi«, meðan floksfelagi hansara, Martin Reynolds segði, at tann var »í øðini«.

– Eg áni ikki, hvat hesi fólkini hugsa, segði hann.

/ritzau/

 

 

 

Flokkurin hjá Boris Johnsons, Konservativi flokkurin, er langt aftan fyri andstøðuflokkin Labour í veljarakanningum. (Arkivfoto) - Foto: Henry Nicholls/Reuters