VELJARAKANNING: Tjóðveldi og samband á Fólkating

Veljarakanning hjá Fynd, sum útvarpið kunngjørdi í dag, gevur Tjóðveldisflokkinum fyrra fólkatingsmannin og Sambandsflokkinum tann seinna

 

Báðir teir føroysku fólkatingsmenninir fella, verður úrslitið av fólkatingsvalinum 20. november soleiðis, sum veljarakanningin sigur.

Sambært henni verður Tjóðveldisflokkurin størstur við 26,4 prosentum. Hann fekk 20,9 prosent seinast.

Sambandsflokkurin verður næststørstur við 24,9 prosentum, síðani Javnaðarflokkurin við 22,7 prosentum og aftastur av teimum stórur flokkunum veður Fólkaflokkurin við Óla Breckmann og løgmanni á odda. Fólkaflokkurin fær 20,3 prosent. Hann fekk 26,9 seinast.

Sjálvstýrisflokkurin fær 3,4 prosent og missir størra helmingin av atkvøðunum síðani seinast, tá flokkurin fekk 7,7 prosent.

Miðflokkurin, sum ikki hevur stillað upp til fólkatingsval fyrr, fær sambært kanningini 2,3 prosent

Óli Breckmann hevur sitið á Fólkatingi uttan slit í næstan 18 ár. Hann varð valdur fyrstu ferð á fólkatingsvalinum í januar 1984.

Jóannes Eidesgaard var fyrstu ferð valdur á fólkating á valinum seinast, 11. mars 1998.

Úrslitið av kanningini sæst á heimasíðuni hjá Útvarpi Føroya: www.uf.fo/ValkanningNov2001/ValkanningNov2001.htm