VELJARAKANNING: Stórur meiriluti sigur nei í mai

Veljarakanning, sum Fynd hevur gjørt fyri Útvarp Føroya og Dimmalætting, og sum er kunngjørd seinnapartin í dag vísir, at av teimum, sum hava tikið støðu, eru 57,7% sum siga ?nei? til uppskotið hjá landsstýrinum sum skal til fólkaatkvøðu 26. mai.

 

 

 

 

 

 

 

Í kanningini hava um 1.200 fólk svara. Tey eru eisini spurd um, hvønn flokk tey høvdu valt.

Niðurstøðan av kanningini er hendan:

Fólkaatkvøðan 26. mai:

Ja: 42,3%

Nei: 57,7%

Sambært kanningini verður býti á tingi hetta:

Fólkaflokkurin: 18,5% og 6 umboð (8)

Sambandsflokkurin: 23,5% og 8 umboð (6)

Javnaðarflokkurin: 24,9% og 8 umboð (7)

Sjálvstýrisflokkurin: 4% og 1 umboð (2)

Tjóðveldisflokkurin: 25,8% og 9 umboð (8)

Kr. F.: 0,4% 0 umboð (0-0)

Miðflokkurin: 2,9% og 0 umboð (1)

 

LESIÐ NEYVU TØLINI Á HEIMASÍÐUNI HJÁ ÚTVARPI FØROYAR:

www.uf.fo/ValkanningFeb2001/valkanningfeb2001.htm