Eitt er, at veljarakanningin vísir bláan meiriluta, tað hava tær gjørt seinastu vikurnar. Men hesaferð er rættiliga stóru munur á teimum báðum borgarligu flokkunum, sum kappast um forsætisráðharrasessin.
Tað var síðsta mánadag, at Søren Pape Poulsen, formaður hjá teimum Konservativu, boðaði frá, at hann ætlar sær at gerast forsætisráðharri.
Á øllum valunum síðani 1994 hevur Vinstri verið flokkurin, sum hevur havt forsætisráðharravalevnið, og sum blái vongur hevur staðið saman um. Frá 1982 til 1993 var Poul Schlüther úr Konservativa flokkinum forsætisráðharri.
Men nú hava Vinstri og tey Konservativu hvør sítt forsætisráðharraevni, formenninir báðir, Jakob Ellemann-Jensen og Søren Pape Poulsen.
Men annað áhugavert við kanningini er, at tíðin hjá Lars Løkke Rasmussen í politikki kann vera liðug. Tí sambært kanningini, so verður Lars Løkke Rasmussen ikki valdur á ting, og tað verður nýggi flokkur hansara, Moderatarnir, heldur ikki. Flokkurin fær bara 1,9 prosent av atkvøðunum, og tað er niðan fyri sperrumarkið, sum er 2 prosent.
Javnaðarflokkurin hevur nú eina minni afturgongd, gongur 0,8 prosentstig aftur og missir tveir sessir og fær 46. Framvegis nógv størsti flokkurin.
Næstur eru tey Konservativu, sum standa til stóra framgongd upp á 9,9 prosentstig, sum gevur flokkinum 31 tingessisir í mun til 12 seinast. Ein risastór framgongd.
Vinstri verður triðstørstur við 11 prosentum, sum er stór afturgongd upp á 12,4 prosentstig. Tað gevur flokkinum 20 tingsessir í mun til 43.
Nýggju Danmarksdemokratarnir hjá Inger Støjberg fáa sambært kanningini 9,3 prosent, sum gevur 17 tingsessir.
Øll tølini í kanningini síggjast í talvuni niðanfyri:
##med2##