Veljarakanning: Fólkaflokkurin bíðar eftir undirtøkuni

Eina afturgongd á 6,8 prosent og tríggjar tinglimir færri.

Tað hevði verið úrslitið hjá Fólkaflokkinum, um løgtingsval var í morgin, sambært veljarakanningini, sum Sosialurin kunngjørdi mikudagin. Lítið hugaligur lesnaður hjá flokkinum. Tað ásannar eisini Jákup Mikkelsen, formaður í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum.

- Fólkaflokkurin stendur seg vanliga ikki væl í veljarakanningum, so hetta er einki eindømi, sigur hann.

Tá Sosialurin kunngjørdi eina veljarakanning í mars, sum gav Fólkaflokkinum 19 prosent av atkvøðunum, segði Jørgen Niclasen, formaður, at tíðin fór at vísa, hvussu samfelagsligu broytingarnar, sum samgongan hevur framt, fara at roynast. Enn hava veljararnir ikki sæð ágóðan av hesum.

- Føroyingar hava kanska ikki varnast, hvørji positiv árin hesin flatskatturrin hevur á tann einstaka og samfelagið. Fjølmiðlarnir hava verið sera parthallir í síni viðgerð av málinum, og tað ávirkar sjálvandi eisini, sigur hann.

Samgongan hevði mist meirilutan, um løgtingsval var í morgin. Tað er serliga Fólkaflokkurin, sum verður revsaður. Jákup Mikkelsen vísir á, at tað er oftast serliga ein samgonguflokkur, sum verður revsaður, tá veljarakanningar eru.

- Vit geva altíð veljarakanningum gætur, men tað tykist fyri mær, at føroyingar hava enn ikki sæð ágóðan av flatskattinum. Hetta fer at broytast við tíðini, tað ivast vit ikki í, sigur Jákup Mikkelsen, sum kortini ikki dugir at siga, nær Fólkaflokkurin fær undirtøku og stuðul fyri sínar broytingar.