Veljarakanning: Aksel skal vera løgmaður

Nógvir føroyingir vilja hava formannin í Javnaðarflokkinum til løgmann, men nógvir vita ikki hvønn tey vilja hava til løgmann

Aksel V. Johannesen skal vera løgmaður í Føroyum!

 

Tað vísir ein nýggj veljarakanning sum Lóður hevur gjørt fyri Sjúrð Skaale, fólkatingsmann.

 

Ein spurningur í veljarakanningini var, hvønn tey vilja hava til løgmann í Føroyum.

 

Kanningin vísir, at rættiliga stórt tal av føroyingum eru í iva, tí meiri enn fjórði hvør veljari, ella 26 prosent, vita ikki, hvønn tey vilja hava til løgmann.

 

Harafturat eru tað fimti hvør veljari, ella heili 20 prosent, sum ikki hava so mikið stórt álit á nøkrum av teimum sjey floksformonnunum, at tey vilja hava ein av teimum til løgmann.

 

Tey vilja heldur hava onkrann annan til løgmann.

 

Men av teimum sjey floksformonnum, fær Aksel V. Johannesen nógv størst undirtøku.

 

Tað eru nevniliga 20 prosent av veljarunum, sum vilja hava Aksel V. Johannesen til løgmann.

 

Verandi løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, hevur fingið nógvar ábreiðslur og  veljarakanningar í seinastuni hava eisini givið Sambandsflokkinum eitt vanlukkuliga vánaligt úrslit.

 

Tað sæst eisini aftur, tá ið veljarin verður spurdur, hvønn tey vilja hava til løgmann, tí tað eru bara 13 prosent av veljarunum, sum vilja hava Kaj Leo Holm Johannesen til løgmann.

 

Sostatt eru tað 87 prosent av veljarunum, sum ikki vilja hava Kaj Leo Holm Johannesen til løgmann.

 

Men Kaj Leo Holm Johannesen er kortini framman fyri aðrar floksformenn, tí tað eru bara 10 prosent av veljarunum, sum vilja hava Høgna Hoydal, formann í størsta andstøðuflokkinum, Tjóðveldi, til løgmann.

 

Hinvegin er tað merkisvert, at tveir, sum liggja lið um lið, eru formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen, og formaðurin í Framsókn, Poul Michelsen, sum eisini er fyrrverandi fólkafloksmaðir.

 

Men teir liggja lágt, tí tað eru bara fimm prosent, sum vilja hava Jørgen Niclasen til løgmann, og tað eru eisini fimm prosent, sum vilja hava Poul Michelsen til løgmann.

 

Hinvegin eru tað bara eitt prosent, sum vilja hava ávikavist Jenis av Rana, formann í Miðflokkinum, og Kára P. Højgaard, formann í Sjálvstýrisflokkinum, til løgmann.