Velja ritstjórn til Lógarrit

Tíðindaskriv

Mánakvøldið 24. mai verður fundur í FLR, Føroyskum Lógar Riti

Á fundinum skal nýggj ritstjórn veljast. Í ritstjórnini, sum er hægsti myndugleiki felagsins, skulu veljast, umframt ritstjóran, 4 lógarkøn ella stjórnarkøn.
Føroyskt Lógar Rit er eitt óheft løgfrøðiligt tíðarrit, ið kemur út tríggjar ferðir um árið. Í lógarritinum er fyrst og fremst tilfar, sum er viðkomandi fyri føroyska løgfrøði.
Allir føroyingar, ið lesa løgfrøði, og annars øll, ið hava hægri útbúgving, sum viðvíkur løgfrøði ella stjórnmálafrøði, kunnu møta á fundi og soleiðis vera við til at velja ritstjórnina, sum skal veljast á hvørjum ári.
Fundurin mánakvøldið verður á Landsbókasavninum kl. 19.00.
Ritstjóri nú er Birta Biskopstø.