Velja nevndirnar í Løgtinginum í dag

Tingfundur verður í morgun klokkan 11

Flokkarnir á tingi skulu í dag velja fólk í tær sjey løgtingsnevndirnar og soleiðis gera av, hvussu tær verða mannaðar restina av valsekiðnum. Í hesum sambandi eru nógvar samráðingar aftur og fram, tí tað er so ymiskt, hvussu nevndarbýtið kann vera.

 

Vanliga eru tveir valbólkar, samgongan og andstøðan, og samgongan fær meirilutan í teimum flestu – kanska andstøðan fær meirilutan í einari ella tveinum nevndum.

 

Tær sjey nevndirnar, sum skulu ma nast , sum eru hesar:

 

Fíggjarnevndin

 

Landsstýrismálanevndin

 

Mentanarnevndin

 

Rættarnevndin

 

Trivnaðarnevndin

 

Uttanlandsnevndin

 

Vinnunevndin

 

Fíggjarnevndin er tann nevndin, sum vigar tyngst, tí hon hevur stóra ávirkan á fíggjarpolitikkin. Tað verður Javnaðarflokkurin, sum fær leiðsluna í fíggjarnevndini, og verður tað tingkvinna floksins í Klaksvík, Eyðgunn Samuelsen, sum verður forkvinna í fíggjarnevndini. Undir síðstu samgongu var Erhard Joensen, tingmaður Sambandsfloksin úr Vági, formaður í fíggjarnevndini.

 

Umframt tær sjey tingnevndirnar skulu eisini aðrar sessir mannast. Talan er um val av tveimum umboðum til Norðurlandaráðið, umboð í Útnorðurráðið, løgtingsgrannskoðarar.

 

Á skránni fyri tingfundin hósdagin verður eisini val av nevningagrundlistanevndum.