Velja á nýggjum staði

Valstaðið í Klaksvík verður hesaferð flutt úr KÍ-høllini oman í Skúlan við Ósánna.

Tað er kommunan, sum í samráð við valstýrið í Klaksvík hevur tikið avgerð um at flyta valstaðið hjá klaksvíkingum, oyrarfólki og ánabúgvum.

Formliga heimildin til hesa broyting er at finna í løgtingsvallógini, sum í §20, stk. 2, ásetur, at "atkvøðugreiðsla fer fram í einum ella fleiri hølum, sum kommunustýrið ávísir, har atkvøðurúm í neyðugum tali eru sett upp. Atkvøðurúmini skulu vera soleiðis háttað, at ongin hevur møguleika fyri uttanífrá at síggja, hvussu avvarðandi hevur atkvøtt. Atkvøðurúmini skulu vera útgjørd við tí, sum er neyðugt fyri at atkvøða".

- Orsøkin til flytingina er, at umstøðurnar eru betri í Skúlanum við Ósánna. Hesin liggur eisini mitt í býnum og hevur góðar atkomumøguleikar, sigur Karl Johansen, valstýrisformaður í Klaksvík.

Sostatt skulu íbúgvararnir í Klaksvík, á Norðoyri og í Ánunum royna nýggja valstaðið fyrstu ferð á løgtingsvalinum leygardagin.