Velja millumloysnina

Í staðin fyri at togast um endurgjaldskrav fara danska stjórnin og landsstýrið í Íleggingargrunnin fyri Føroyar eftir pengunum at gjalda fyri tað eyka arbeiði, ið stóðst av at rudda gamalt dynamitt burtur, tá flogvøllurin í Vágum skuldi leingjast.

Talan er um 28 milliónir krónur, sum nú skulu takast úr Íleggingargrunninum.

- Ein stevning kundi tikið rættuliga langa tíð, og tí hava stjórnin og landsstýrið valt hesa millumloysnina, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Á fundi fyrrapartin hava Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og danski vinnumálaráðharrin, Annette Vilhelmsen, avtalað, at tey fyrsta dagin fara ávíkavist í løgtingið og fólkatingið at biðja um neyðugu heimildina at niðurkapitalisera Íleggingargrunnin fyri Føroyar við 28 milliónum krónum.

Hoyr samrøðu við Jørgen Niclasen her: