- Vit eru sera fegin um úrtøkuna á leikunum higartil, og er hetta nógv betur enn vit tordu at vóna, fortelur Mariann Øster, ið er við føroysku luttakarunum í Kina.
Í øllum regninum og vindinum hevur tad eydnast teimum at vinna enn fleiri heiðursmerki heim.
- Hóast dagarnir mangan eru langir hjá íðkarunum, síggja tey rættuliga glað út, tá tey koma heim á hotellið aftur, fortelur Mariann Øster frá. Hon leggur afturat at hon er sera stolt av hvussu røsk føroysku ítróttarfólkini hava verið til hesar leikirnir.
Íðkararnir hava vunnið sær hópin av heiðursmerkjum, og er hetta nakað vit saktans kunnu vera stolt av. Tey høvdu ikki torað at vóna at tað gekk so væl, sum tað hevur. - Vit hava umboðað Føroyar við manér, og samstundis eru fleiri heiðursmerkir í væntu.
Innan frælsa ítróttin er støðan tann, at veðrið hevur verið við til órógva somikið, at kappingar eru útsettar. Hetta merkir at fleiri kappingar mugu avgreiðast til fulnar uppá ein dag. Men hóast hetta hava tey góðar vónir til føroysku unglingarnir.
Hesu føroysku ítróttarfólkini hava av sonnum verið ein fyrimyndarlig umboðan fyri landið. Tey hava enn eina ferð sett Føroyar á heimskortið, og sum skilst úr Kina, hava fólk kring allan heim givið til kennar at tey eru imponeraði av hvussu sterkt hetta føroyska Special Olympics liðið hjá Føroyum er.










