Veldug avbjóðing fyri okkum sum tjjóð

Fótbóltur

-Hetta er ein veldug avbjóðing fyri okkum føroyingar sum fótbóltstjóð at kunna bjóða teimum heilt stóru av. Eg haldi, at vit hava einki at skammast yvir. Tvørturímóti sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður nú Føroyar skulu møta fótbóltsrisanum Týskland á Tórsvølli.

Hann vónar, at vit fáa so gott og heiðurligt úrslit sum gjørligt.

Løgmaður heldur, at rslitið móti Týskalandi í Hannover í fjør var heilt fantastiska flott fyri Føroyar, sjálvt um tað var eitt tap.

Løgmaður vil ikki geva eitt boð uppá úrslitið.

-Vinna móti Týskalandi.! Er tað ikki órealistiskt at hugsa so ? men lat okkum nú síggja.

Mynd av løgmanni setast til greinina