Velbastaður lýst hús fyri hús

Fólk og hús á Velbastað er heitið á nýggjari bók, har velbastaðmaðurin Leon Andreassen lýsir bygdina hús fyri hús




Hetta er bók um ta gomlu bygdina á Velbastað og tað fólk, har hevur búð. Rithøvundurin er velbastaðmaðurin Leon Andreassen. Bókin lýsir bygdina hús fyri hús, býling fyri býling. Hon greiðir frá ognarviðurskiftum og gørðunum, hon sigur frá tilflytarum gjøgnum tíðirnar, og hevur yvirlit yvir fólkið í bygdini.

Velbastað er einasta føroyska bygdarnavn, ið endar við staður, ið annars er vanligt í øllum hinum norðanlondunum. Greitt verður frá, hvat lærdir hava hildið um hetta navn, og hvar bygdin hevur verið frá elstu tíð. Greitt verður frá útgrevstri í Fossdali og nakrar sagnir av Velbastað eru við.

129 eldri og nýggjari myndir av fólki og støðum eru í bókini. 



Handrit tikið fram aftur

Tá Velbastaðar og Kirkjubøar kommuna varð løgd saman við Havnar kommunu í 2005 gjørdist skilligt, at hetta fór at hava stórar broytingar við sær í tí gomlu bygdini. Gongdin hesi fáu árini síðan hevur váttað, at um stutta tíð fer hin gamla bygdin helst í søguna. Hana vildi Leon Andreassen skriva um, men tá hann doyði bert 56 ára gamal í 2001, var hann ikki heilt liðugur við handrit sítt. Hildið varð, at skal nakað koma fram skrivligt um hesa búnaðarbygd við óbroyttum búsetingarmynstri í øldir, skal tað vera nú, meðan tey fólk, ið higartil hava roknað seg sum velbastaðfólk enn kunna siga frá, og fólkið í teimum nýggju býlingunum fær kunnað seg við staðið, tey nú eru partur av .

Tí varð handritið hjá Leon Andreassen tikið fram aftur og útgivið. Tað er Eyðun Andreassen, systkinnabarn høvundans, sum hevur lagt útgávuna til rættis, tó við hollari hjálp frá áhugaðum bygdarfólki.

Fólk og hús á Velbastað er 172 blaðsíður og kostar 280,00 í bókabúðunum. Øll eru vælkomin til bókarframløgu.

Sunnudagin 22. november klokkan 15.00 verður almenn framløga í Sólarmagn á Velbastað av bókini Fólk og hús á Velbastað eftir Leon Andreassen. Vestankórið syngur og Nikolas Kapnas spælir. Ein kaffimuður fæst eisini. Øll eru vælkomin til bókaframløguna, har høvi verður at ogna sær bókina fyri serprís.

Mánadagin 23. november verður bókin at fáa í bókabúðunum.