Vel so tað munar

Vel eina føroyska rødd á fólkatingi, ið styðjar upp undir eina framhaldandi fullveldisgongd og varpar ljós á føroysk viðurskifti

Heidi Petersen
løgtingskvinna

Føroysk rødd á fólkatingi
Ofta verður røtt um, um tað er rætt ella skeivt at luttaka í arbeiðinum í danska fólkatinginum. Tjóðveldisflokkurin er grundleggjandi av tí fatan, at vit ikki hoyra heima í danska fólkatinginum, men so leingi vit ikki hava fullveldi, vilja vit nýta allar atkomuligar pallar at tala okkara søk.
Við luttøku í fólkatingsarbeiðinum hava vit høvi at gera vart við føroysk viðurskifti, vit fáa varpað ljós á serligu áhugamál okkara og vit fáa kunnað um føroysk viðurskifti á øllum økjum. Gjøgnum samstarvið í Norðuratlantsbólkinum fáa vit ein nógv størri leikpall, enn føroyingar annars hava havt á fólkatingi ? tó uttan at tengja Føroysk og Grønlendsk áhugamál saman.
Hvat sigur veljarin um ABC ? og E
Eitt áhugavert verður við hesum vali fram um onnur fólkatingsval: At fáa at vita, hvat føroyski veljarin sigur til breiðu ABC-samgonguna, sum nú í eitt ár hevur rikið ein sera sambandssinnaðan politikk á tí ríkisrættarliga økinum - ein sera passivan vinnupolitikk, har fáa mál eru at hóma á tí sosiala økinum.
Fer veljarin at geva til kennar, hvat hann heldur um tað, sum farið er fram seinasta árið, ella fer veljarin at nýta høvi at gera vart við, at hann eisini hevur tørv á flokki, sum setur sær mál og vil stríðast fyri hesum málum bæði heima og á fólkatingi. Tá verður einasta valið at seta X við E tann 8. februar.
Vel so tað munar
Vilt tú hava eina føroyska rødd á fólkatingi, vilt tú vísa, at tú styðjar upp undir eina framhaldandi fullveldisgongd og vil tú, at tín atkvøða ger mun bæði við at varpa ljós á føroysk viðurskifti í danska fólkatinginum og at reisa mál, sum hava føroyskan áhuga, so er einasti møguleiki at velja eitt sterkt tjóðveldisumboð á fólkating.

Vel so tað munar!