»Vel røttu síðuna« er átak um ferð, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd og Trygd skipa fyri í tíðarskeiðnum 20. mai 2. juni 2013.
Tað boðar Ráðið fyri Ferðslutrygd frá.
Ov nógv ferð er tann orsøkin, sum oftast gongur aftur í ferðsluvanlukkum, har onkur doyr. Yvirskipaða málið við átakinum er at minka talið av deyðum og álvarsliga skaddum í ferðsluni.
Málið er samstundis, at vaksandi partur av føroyingum halda hámarksferðina og gerast tilvitaðir um vandan í at koyra ov skjótt. Harumframt at tað ikki verður góðtikið millum manna at koyra ov skjótt.
Tó at ferð 10 km/t omanfyri hámarksferðina kunnu fáa stórar avleiðingar, koyra heilt nógvir føroyingar ov skjótt. Í nýggjari gallupkanning frá april 2013, ið Ráðið hevur latið gjørt, er greitt, at 39 % av føroyingum siga seg vanliga koyra koyra 80 km/t ella lægri.
60 % siga seg koyra skjótari: 48% siga seg vanliga koyra 90 km/t, og 12% siga seg vanliga koyra 100 km/t. Tó at parturin, ið brýtur hámarksferðina er stórur, fegnast Ráðið um, at ein ítøkiligur bati er at síggja í mun til fyri einum ári síðani, har gallupkanning vísti, at bert 32% søgdu seg halda hámarksferðina, har 80 km/t er loyvt at koyra, meðan 66% søgdu seg vanliga koyra skjótari.
Í átakinum verður greitt frá, at ferðin bert skal eitt vet upp um hámarkið, til at vandin fyri at doyggja økist munandi: Koyrir tú 80 km/t og rennir frontalt á, er vandin fyri at doygga 30%. Koyrir tú harafturímóti 90 km/t og rennir frontalt á, er vandin fyri at doyggja heili 70%. 10 km/t kunnu vera munurin millum lív og deyða.
Átakið er sjónligt í miðlunum, og myndirnar kenna føroyingar frá átakinum í fjør. Í tveimum sjónvarpslýsingum greiða kvinna og maður frá vandanum við at koyra eitt sindur skjótari enn hámarksferðina. Lýsingar verða eisini í útvarpinum, tá mong eru ávegis til og frá arbeiði. Harumframt verða lýsingar í bløðunum, á portalum og á facebook.
Boðskapurin er at fáa bilførarar at velja røttu síðuna av hámarksferðini. Hetta er ein greiður boðskapur, sum tey flestu skilja. Í átakinum liggur høvuðsdentur á 80 km/t-vegi, tí flest vanlukkur við álvarsliga skaddum og deyðum eru á hesum vegum.