Velur tú Javnaðarflokkin, so fara vit at halda fram at arbeiða fyri einum rættvísari samfelag, har framburðurin kemur fleiri til góðar, og har vit lyfta byrðar í felag heldur enn einsamøll. Tú velur eitt samfelag fyri tey nógvu heldur enn tey fáu. Og tú velur framhald í stríðnum fyri javnrætti og samhaldsfesti.
Eg havi bjóðað meg fram sum valevni fyri Javnaðarflokkin. Orsøkin er, at eg eri vanur at skapa ítøkilig úrslit, har eg eri. Tað kann vera í einum fakfelag, í mínum arbeiði ella í einum áhugafelag. Míni hjartamál eru mentanarpolitikkur, eldrapolitikkur og orku- og umhvørvispolitikkur. Men eg havi ongar trupulleikar við at taka avgerðir í einum og hvørjum máli. Gjøgnum mína útbúgving og yrkisleið havi eg lært meg eitt sindur um alt og um arbeiði innan fleiri øki. Tí ræðist eg ikki avbjóðingar og bjóði meg fram sum valevni.
Vinarliga
Magni E. Dalsgaard, valevni hjá Javnaðarflokkinum