40 ára gamli Jákup Mikkelsen boðaði í farnu viku frá, at hann er tøkur, um Brian Kerr, landsliðsvenjari, vil hava hann at standa í málinum í komandi landsdystunum.
Gunnar Nielsen er skaddur næstu fýra vikurnar, og tí skal landsliðsvenjarin finna annan málverja.
Kári Reynheim heitir á Brian Kerr um at velja Jákup Mikkelsen.
Hví tað?
– Hann gevur liðnum ein ávísan tryggleika, tí hann hevur drúgvar royndir á landsliðnum. Jákup prógvaði aftur í gjár, at hann er best skikkaður, so sjálvandi skal hann standa í málinum. Málverjin er eitt sera týdningarmikið pláss á landsliðnum, tí hann er ofta undir støðugum trýsti. Jákup hevur roynt tað fleiri ferðir, og tað tænir liðnum best, at hann spælir.
Jákup er givin á landsliðnum. Er tað ikki eitt stórt misálit á Tórð Thomsen og Meinhardt Joensen, sum hava verið eykamálverjar á landsliðnum seinastu árini?
– Tað eru úrslitini sum telja í undankappingardystum. Landsliðsvenjarin, Fótbóltssambandið og føroyingar hugsa um úrslitini. Jákup Mikkelsen er best skikkaður sum landsliðsmálverji í løtuni, og besta liðið skal sjálvsagt spæla.
Jákup Mikkelsen er ein fyribils loysn, og hann fer væntandi ikki at spæla fleiri dystir. Nær skulu aðrir landsliðsmálverjar so vísa sítt virði í landsliðshøpi?
– Tað er í venjingardystum. Jákup Mikkelsen er betri enn Tórður Thomsen og Meinhardt Joensen í løtuni, og tí skal hann verja málið í dystunum móti Slovenia og Norður írlandi.