Vel internetferðina sum hóskar til tín

Tá tú skalt velja rætta breiðbandi, er tað umráðandi, at tú fært tað ferðina, sum hóskar seg til tína nýtslu. So sleppur tú undan at rinda ov nógv ella hava ov seint internet til tín tørv

Tá tú skalt velja rætta breiðbandi, er tað umráðandi, at tú fært tað ferðina, sum hóskar seg til tína nýtslu. So sleppur tú undan at rinda ov nógv ella hava ov seint internet til tín tørv. Danska brúkararáðið Tænk hevur gjørt eina meting av, hvat fólk hava tørv á av ferð, eftir hvat tey brúka interneti mest til. 

 

0 - 19 Mbit/s

Um tú vilt hava fleiri eindir á netinum samstundis, eitt nú teldil, sjónvarp og teldu, so viðmælir brúkararáðið, at tú hevur minst 10 Mbit/s ella meir. 

 

20 - 49 Mbit/s

Stroymir tú sjónvarp, spælir online ella tekur filmar niður, so er tørvurin størri. Her er viðmæli, at tú hevur minst 20 Mbit/s ella meir.

 

50 - 99 Mbit/s

Tú skalt nýta meira enn 50 Mbit/s, um tað eru fleiri fólk í húsinum, sum eru á netinum samstundis og brúka netið til at spæla telduspøl og hyggja eftir hágóðsku filmum. 

 

+100 Mbit/s

Um tú stroymir filmar og sendingar í tí sum eitur UHD góðsku (fýra ferðir betri góðsku enn HD), ella tað eru fleiri fólk í húsinum, sum hyggja eftir HD filmum samstundis ella spæla telduspøl samstundis, so skalt tú hava meira enn 100 Mbit/s, sigur danska brúkararáðið. Hetta er vanligt til stórar familjur, har familjuliminir eru á netinum samstundis og taka niður stórar filmar og annað.