Marjus Dam
valevni Sambandsfloksins
??????
Loysingarfólk royna nú at fáa umboðan í Fólkatinginum, ið teir onki vilja vita av. Tað er ein mótsøgn í sjálvum sær. Teir siga: 1 Vit fara niður til Christiansborg at gera onki. 2: Vit fara niður til Christiansborg at arbeiða. Hetta er at hava mjøl í munninum og blæsa. Higartil hava vit onki úrslit sæð, bert hoyrt dun og goragang. Og tað er ikki arbeiði.
Norðuratlansbólkurin hevur sent faldara til føroyingar fyri danskan pening.
Um Javnaðarflokkurin fær umboðan, er vandi fyri, at fólk, ið gjørdu okkum fyri skommum niðri á Christiansborg í fullveldistíðini, nú enn einaferð sleppa framat, tí tey hava skift flokkin út.
Fólkaflokkurin dumpaði í diplomati á Ckristians-borg. Hvør hevði leiðsluna í fullveldistíðini, tá so nógv miseydnaðist og var oyðilagt?. Vórðu tað ikki Fólksfloksdiplomatarnir? Nei , har er nógv eftir at læra ? tað er so víst.
Tjóðveldisflokkurin hevur garterað nógv niðri á Christiansborg - rætt skal vera rætt. Men teir hava ikki arbeitt fyri Føroyum niðri á Christiansborg. Teir hava arbeitt fyri loysing ígjøgnum bakdyrnar ? tí føroyingar vilja ikki hava loysing. Harvið arbeiða teir ímóti áhugamálinum hjá føroyingum. Álvaratos, kom við fólkaatkvøðuni um loysing, so fáa tit svarið. Tí loysing so avgjørt eitt mál, ið bert føroyingar skulu avgera í Føroyum. Hetta hevur onki við Christiansborg at gera. Tí tosa vit um loysing ígjøgnum bakdyrnar. Ella ódemokrati, ella lusk .
Einasta trygga val til fólkatingið er Sambandsflokkurin, ið umboðar hægsta og størsta frælsi, ið føroyingar kunnu røkka.
VEL FRÆLSI
VEL FRAMBURÐ
VEL TRYGD
VEL FRAMTÍÐINA
VEL SAMBAND
Stuðla besta, elsta og størsta flokkinum í Føroyum: Sambandsflokkinum.









