Frá kl 8-10 vórðu allir luttakandi rógvarar vigaðir. Eftir at teir høvdu róð, var tíðin faldað við einum sonevndum »vektjusteringsfaktori«, ið hevur til endamáls at líkastilla tungu og løttu rógvararnar. Hetta er ein aljóða skipan, ið er ógvuliga gjølla roknað út.
Tað var gjørt, tí, sum fyrireikararnir søgdu, ? Á fjørðinum skal ein tungur rógvari toga nógv meiri í árina enn ein lættur, fyri at rógva sína egnu vekt innaftur. Í bátinum hevur aldurin einki at siga, og vit valdu at gera kappingina so trúgva ímóti vanliga kappróðrinum, sum gjørligt.
Av tí, at róðrarfólki fyrst róu, og tíðin síðani varð faldað við vektjusteringsfaktorinum, broyttust endaligu plaseringarnar ofta nógv. Fyrst vóru reellu tíðirnar kunngjørdar, men tá vektin síðani kom inn í myndina, hendi tað meiri enn so, at tungir rógvarar, ið komu fyrstir á mál, endaðu nógv longri afturi, tá vektin varð tikin við. Og eisini umvent, at lættir rógvarar ofta endaðu aftaliga í fyrsta umfari, men komu nógv pláss fram, tá fyrimunurin av at verða lættur varð tikin við.
Í Runavík høvdu Eyðun Jensen, Ingvard Hansen og Sølvi Reinert Hansen til uppgávu at rokna vektjusteringsfaktorin út. Teir høvdu samstundis ábyrgdina av, at alt tað tekniska gekk sum tað skuldi.










