Fyrr í dag hevur verið upp í 35-40 m/s summastaðni í landinum. Nú seint seinnapartin er ein yvirgang munandi minni vindur enn tað hevur verið, og einasta staðið mátararnir hjá Landsverki máta 25 m/s er á Gjáarskarði.
Men danska veðurstovan DMI sigur, at í kvøld og í nátt veksur hann vindin aftur upp í 18 m/s og soleiðis verður eisini í morgin fyrrapart. Síðani minkar hann vindin aftur til 8 - 13 m/, og tað verður nakað av sól og nakað av regni. Um náttina minkar vindurin enn meira til 3 - 8 m/s. Hitin í morgin millum 5 og 9 stig.