- Tilflyting og stórt barnatal í Runavíkar kommunu ger, at kommunan í løtuni veksur við rúkandi ferð. Hetta setir stór krøv til stovnar og tilboð í kommununi, ið áhaldandi verða bygd út at nøkta veksandi tørvin.
Tað sigur Runavíkar kommuna, sum í dag klokkan 13.45 undirskrivaði sáttmála um liðugtgerð av barnagarðinum, Sóljuhjarta í Søldarfirði.
- Stovnurin varð bygdur í 2010, har umleið helvtin varð innrættað beinanvegin til 40 barnagarðspláss. Nú sáttmáli er gjørdur við Búsetur um seinasta stigið av byggingini, fer Sóljuhjarta at fáa umleið 24 vøggustovupláss aftrat.
Runavíkar kommuna sigur, at fimm miljónir krónur eru settar av til hetta endaliga stigið, ið eftir ætlan verður liðugt komandi summar.