Hetta seinasta árið er fólkatalið í Føroyum vaksið 805 fólk. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni. Uppgerðin vísir, at fyrsta oktober í á, búðu 53.513 fólk í Føroyum, og tað eru 1,5 prosent meiri enn fyri einum ári síðani.
Men sostatt hevur fólkavøksturin verið tann sami hesi seinastu fýra árini, tá ið fólkatalið fór at veksa av álvara, og vøksturin heldur fram enn við somu megi.
Hagstovan sigur, at tað er fyrst og fremst tann stóra tilflytingin, sum er orsøkin til, at fólkatalið fluttur. Hetta seinasta árið eru 517 fólk fleiri flutt til Føroya enn tað eru flutt úr Føroyum, og samstundis eru 288 fleiri børn fødd enn tað vóru fólk, sum doyðu. Hagstovan sigur, at soleiðis hevur gongdin verið hesi seinastu árini.
Fólkatalið er vaksið mest í Suðurstreymoy, har tað er vaksið tvey prosent, so nú búgva 21.655 fólk í Suðurstreymoy. Men eisini í Eysturoy er stórur vøkstur, tí har er fólkatalið vaksið 1,9 prosent, so nú búgva 12.152 fólk í Eysturoy. Í Norðurstreymoy er búgva 4.005 fólk og tað eru 13 fólk, ella 0,3 prosent minni enn fyri einum ári síðani.
Eisini í Suðuroy heldur fólkatalið fram at veksa, tó at tað ikki veksur líka skjótt sum aðrastaðni. Nú búgva 4.684 fólk í Suðuroy og tað eru 47 fólk, ella eitt prosent meiri enn fyri einum ári síðani.
Hinvegin sær ikki út til, at tunnils-effektin er sligin ígjøgnum í Sandoynni enn, sum hon er í Eysturoy. Í Sandoynni er fólkatalið nevniliga minkað niður í 1.273 fólk og tað eru 1,2 prosent minni enn fyri einum ári síðani.