Seinasta hósdag varð skipað fyri hugnaløtu í dagtilhaldinum Blákolluni á Oyri. Hetta var í sambandi við, at 10 ár eru liðin, síðan dagtilhaldið læt upp.
- Nógv fólk høvdu leitað sær út á Hornaveg til hugnaligt prát og at lurta eftir frásøgum um, hvussu arbeiðið byrjaði. Vøkur kaka varð keypt til dagin, og eisini vórðu sangir sungnir.
Tað siga tey í Sunda kommunu. Lagt verður aftrat, at dagtilhaldið Blákollan heldur til á Oyri og hevur opið týsdagar og hósdagar millum klokkan 14 og 18.
Blákollan er fyri borgarar úr allari kommununi og hevur støðugt vaksandi undirtøku. Leiðari er Winnie Hansen.
Skipað verður javnan fyri tiltøkum av ymsum slagi. Annars fáast fólk við ymiskt ítriv, kortspæl og læra seg at brúka teldu. Eisini eru rógvimaskinur og renniband til taks.