Kanningar vísa, at ?siloksanar? í nógv størri nøgdum enn áður hildið finst í toski, sum er veiddur innarliga í Oslo-fjørðinum. Evnið finst eisini í toski, sum er veiddur við Bjarnoynna Herfyri boðaði statsliga norska dálkingareftirlitið (SFT) frá, at vandi er fyri umhvørviseituri í eitt nú toski.
Evnið, sum talan er um, verður rópt ?siloksanar? og verður brúkt í ymiskum brenni, bilvoksi, kosmetikki og reingeringsevnum.
Vandi er fyri, sigur SFT, at umhvørviseiturið økist, sum árini ganga.
Tað eru nýggjar frágreiðingar, sum hava fingið Statens Forurensningstilsyn í Noregi at rópa varskó.
Tað vísir seg nevniliga, at ?siloksanar? í nógv størri nøgdum enn áður hildið finst í toski, sum er veiddur innarliga í Oslo-fjørðinum.
Og ikki bara í Oslo-fjørðinum, men eisini aðrastaðni, eitt nú við Bjarnoynna.
- Staðfestingin er álvarsom, tí mett verður, at hetta evnið kann hava umhvørvisskaðilig árin á fiskin, sigur verkætlanarleiðarin hjá SFT, Ola Glesne.
Hann sigur, at nøgdir av ?siloksanar?, sum eru funnar í fiski, eru órógvandi.
- Hetta umhvørviseitur kann ávirka ymiskar organismur, sum liva í vatni, sigur hann.
Royndir, sum tiknar eru úr toskalivur innarliga í Oslo-fjørðinum, vísa, at títtleikin av ?siloksaner?, er nógv størri, enn royndir úr toskalivur hava víst aðrastaðni.
Tað vísir seg, at heldur ikki polar-økini sleppa undan hesi dálking.
Kanningar vísa nevniliga, at nøgdin av ?silopsaner? í kópi við Bjarnoynna er størri enn í kópi, sum livur í donskum sjógvi.