Norðurnoreg
Tvær nýggjar meiningakanningar í Noregi vísa, at stóru oljufeløgini, sum ætla sær undir leitiboring í Norðurnoregi og Barentshavinum, rættiliga eru við at stoyta saman við fólk í Norðurnoregi, sum eru ímóti hesum virksemi.
Meiningakanningarnar, sum Respons Analyse hevur gjørt, vísa, at mótstøðan veksur – ikki bara ímóti boringum í Lofoten og Vesterålen, men eisini ímóti boringunum í Barentshavinum.
Seinasta árið er fólkahugsanin broytt, soleiðis at stóru feløgini, sum ætla sær inn í hesi sárbaru økir at bora, eru við at stoyta saman við streymin av alt fleiri veljarum, sum seta seg upp ímóti.
Í dag eru 52% av fólkinum í Norðurnoregi ímóti leitiboring útfyri Lofoten og Vesterålen, meðan bert 36% eru fyri.
Fyri einum ári síðan vóru 50% fyri, meðan bert 34% vóru ímóti.
Av teimum í Finnmørkini, sum hava tikið støðu um hesar leitiboringar, eru 49% ímóti og 41% fyri.
Eisini, tá ið ræður um nýggjar leiðir í Barentshavinum, økist mótstøðan, hóast meiriluti enn er fyri hesum boringum.
Talið av teimum, sum vilja lata feløgini fremja leitiboringar í Barentshavinum, er minkað seinasta árið úr 66% niður í 53%.
Hetta skrivar FiskeribladetFiskaren á síni heimasíðu.