Vekja áhuga fyri Operatión Dagsverk

Í 1962 doyði svenski ST-generalskrivarin, Dag Hammerskjöld, í einari flogvanlukku. Dag Hammerskjöld var sera kendur innan sítt stóra hjálpararbeiði í tí fátæka heiminum og eftir deyða hansara avgjørdu nakrir svenskir studentar at fylgja í fótasporum hansara við at seta ein hjálparfelagsskap á stovn

Annika Hedegaard Isfeldt, formaður í OD-bólkinum í Hoydølum

 

Søgan um Dag Hammerskjöld og hansara hjálpararbeiði var upprunin til Operatión Dagsverk, ið vanliga verður stytt OD, sum eftir fá ár eisini breiddist runt til onnur norðanlond.

Í 1985, eftir at nakrir danskir studentar heilar tvær ferðir høvdu roynt at sett OD á stovn í Danmark, eydnaðist tað teimum veruliga at stovnseta OD, sum vit kenna tað í dag.

Hvørt ár fara skúlanæmingar kring danska ríkið út ein dag í novembur mánaða at vinna pening til OD fyri at geva ein dag av sína útbúgvingartíð við tí fyri eyga, at ung í u-londunum eisini kunnu fáa ein møguleika at nema sær eina útbúgving.

Fyri at definera OD er kanska lættast at taka útgangsstøði í danska mottoinum hjá felagsskapinum, ið ljóðar: »Upplýsing, støðutakan og handling«. Hetta vil siga, at OD arbeiðir fyri at gera næmingar meira tilvitaðar um trupulleikar í heiminum og samstundis at fáa teir sjálvar til at taka støðu til, hvønn leiklut teir ynskja at spæla í hesum sambandi.

Á øllum skúlunum, ið eru partur av OD, eru nakrir sokallaðir OD-bólkar. Hesir arbeiða fyri organiseringini av OD-arbeiðinum á skúlunum. Hetta inniber at upplýsa hinar næmingarnar um OD, finna arbeiðspláss til teir, fara á OD-fundir í Danmark við øllum OD-bólkunum í ríkinum o.s.fr.

Høvuðssekretariatið hjá OD liggur í hjartanum av Keypmannahavn tætt við Ráðhúsplássið og haðani arbeiða nakrir frívilligir studentar fulla tíð við at ráðgeva og vegleiða OD-bólkarnar runt um á skúlunum í Danmark.

 

OD í Føroyum

Seinastu 10 árini hevur Føroya Studentaskúli og HF-skeið í Hoydølum eisini tikið lut í OD-arbeiðinum og ymisku OD-bólkarnar, ið hava skiftst um at verið á skúlanum, hava gjøgnum hesa tíðina gjørt eitt stórt arbeiði fyri at fáa OD upp at koyra í Føroyum á sama hátt sum í Danmark. Hóast fleiri aðrir føroyskir miðnámsskúlar hava skiftst um at tikið lut í OD-degnum, hevur tað víst seg at vera eitt stórt arbeiði at útbreiða OD. Hetta fara vit sum OD-bólkur í Hoydølum at royna at gera nógv meira burturúr í ár, so føroyski ungdómurin vónandi fer at taka betur undir við arbeiðinum hjá OD. Vit ætla okkum at halda ymisk OD-tiltøk á skúlanum og seinni fara út á aðrar føroyskar miðnámsskúlar fyri at royna eisini her at vekja áhugan fyri OD.

 

Hvørjum er tað, OD stuðlar?

Tað fyrsta vikuskiftið av desembur savnast allir OD-bólkarnar á »stórmøti« á einum tilvildarligum donskum skúla har OD-arbeiðið tað árið verður reviderað og har tosað verður um, hvussu OD-arbeiðið kanska kann gerast betur komandi ár. Týdningarmiklasta punktið á dagsskránni á stórmøtinum er, at allir OD-bólkarnir eru við til at avgera, hvat land hjálpin skal fara til komandi ár. Hetta gongur fyri seg á tann hátt, at fleiri hjálparfelagsskapir hava gjørt eina verkætlan við einum uppskoti til eitt land, tey ynskja at hjálpa. Eftir at hava hoyrt nógvar fyrilestrar um ymisku verkætlanirnar, skulu OD-bólkarnir hvør sær atkvøða fyri verkætlanini, ið tey halda, ljóðar mest hóskandi.

Tey síðstu árini hevur OD valt at stuðla Nepal (’02), Kambodja (’03), Miðamerika (’04), Kirgistan (’05) og Suðurafrika (’06). Allar hesar verkætlanirnar hava verið sera væl umtóktar og síðsta ár vunnu OD-bólkarnir kring Danmark og Føroyar 8,2 mill. kr. til at hjálpa kriminellum suðurafrikanarum úr kriminella umhvørvinum, teir vóru í, og geva teimum eina útbúgving (av hesum pengunum forvann Føroya Studentaskúli og HF-skeið heilar 127.000 kr.).

 

Bolivia ‘07

Á stórmøtinum ’06 vóru 4 umboð fyri OD-bólkin í Hoydølum við til at avgera, at OD í ár skuldi stuðla Bolivia.

Bolivia-verkætlanin snýr seg um at hjálpa guarani-indiánarum í Bolivia úr slavarínum, teir liva undir. OD heldur, at eitt frítt lív er treytað av, at tú ert tilvitaður um, hvat virði, tú sjálvur hevur, og at tú hevur atgongd til at nema tær vitan. Tí fer OD-hjálpin í ár til at byggja skúlar og útbúgva lærarar, ið kunnu undirvísa guarni-indiánarunum á teirra egna máli. Við at geva teimum møgulleikan at nema sær eina útbúgving, vónar OD, at komandi ættarliðini kunnu fáa vald yvir sær sjálvum og sínum egna lívi.

Hetta vikuskiftið, 7.-9. septembur, fara 4 næmingar, ið eru partur av OD-bólkinum í Hoydølum, til Danmarkar á »OD-aktivitetsweekend«. Her verða teir informeraðir nærri um OD-arbeiðið í Bolivia, og hvussu vit í ár skulu leggja arbeiðið til rættis.

Hetta plagar at vera sera áhugavert, tí man kemur at kenna mentanina hjá landinum, hjálpin fer til, og man eisini fær eitt betur samband við hinar OD-bólkarnar – og harvið eisini nýggj og áhugaverd uppskot til OD-arbeiðið, sum man kann taka heim við sær í kuffertinum.