Vekja ans fyri náttúruni

Fleiri bygdir og býir hava í hesum døgum sett sjóneykuna á umhvørvið. Og fleiri teirra luttaka eisini í kappingini at gerast tað best røkta staðið. Ein teirra er SandavágUR Millum tær vøkru og best røktu bygdirnar í landinum telist Sandavágur.

At onnur eisini hava fingið eyguni upp fyri hesum sama, hevur bygdarfólkið fingið prógv um tvær ferðir tey seinastu 11 árini, tá Sandavágur er kosin best røkta bygdin í landinum.

Hetta veit bygdarfólkið sjálvandi og hetta eru tey sum vera man errin av. Men hetta er kortini ikki nakað, sum tey í framtíðini bara ætla at sóla sær í.

Tey ynskja framvegis at bygdin skal liva upp til tann vunna heiðurin, og eru sandavágsfólk tí sjálvandi við aftur hesaferð, nú tann best røkta bygdin í 2008 skal finnast.

Við Umhvørvisátakinum 2008 í huga hevur bygdaráðið samtykt at skipa fyri einum ruddingardegi leygardagin 31. mai.

Tað verður trivnaðarnevndin sum skipar fyri degnum, og sum fer at kunna meiri um tiltakið henda dagin.

Lítil ivi man vera um, at fólk fara at taka væl undir við hesum tiltakinum, tí tað var júst Sandavágur sum var kosin best røkta bygd bæði í 1997 og aftur í 2003.