Sæð við føroyskum landsliðsbrillum var talan um ein góðan dag í næstbestu donsku fótbóltsdeildini ígjár, tí bæði Heini Vatnsdal og Viljormur í Heiðunum Davidsen vóru við frá dystarbyrjan tá lið teirra, ávikavist Fremad Amager og Vejle spældu ígjár..
Vejle hevði fyrr í vikuni staðið fyri ringasta avrikinum hetta kappingarárið við at tapa 1-2 móti Skive á heimavølli. Bæði venjari, spælarar og miðlarnir í økinum kring Velje hildu avrikið verða pínligt.
Tá var Viljormur Davidsen slettis ikki á vøllinum, men tað var hann tíbetur frá dystarbyrjan ígjár tá Vejle vann ein góðan og sera týðandi 1-0 útisigur á Kolding.
Tobias Mølgaard skoraði sigursmálið tá eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini. Sambært heimasíðuni hjá Vejle var talan um ein uppibornan sigur, har Vejle hevði fleiri málmøguleikar.
Vejle er enn trygt á fremsta plássinum, ið gevur beinleiðis uppflyting til superliguna. Vejle hevur 51 stig. Níggju stig eru niður til Fredericia, og 10 stig eru niður til Viborg. Viborg spælir móti Hvidovre á útivølli í dag, og kann tí minka munin niður til sjey stig.
Heini Vatnsdal var við frá byrjan, tá Fremad Amager tapti 1-3 móti Fredericia á útivølli.
Kristoffer Munksgaard legði annars Fremad á odda 1-0 tá 27 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki. Beint undan steðginum javnaði Fredericia, og seinasta korterið av dystinum fekk heimaliðið tvey mál.
Fremad Amager hevur 31 stig. Bert fimm stig eru niður til niðurflytingarstrikuna. Har liggur Hvidovre við 26 stigum, so Viljormur og Heini vóna hvør sítt úrslit tá Hvidovre tekur móti Viborg seinni í dag.
Komandi leygardag hevur Fremad Amager heimadyst móti Skive. Komandi sunnudag hevur Vejle heimadyst móti Hvidovre.