Viljormur Davidsen var við frá byrjan tá lið hansara, Vejle í útsettum dysti móti HB Køge á útivølli í kvøld vann seg upp á oddasessin í næstbestu donsku fótbóltsdeildini við einum 0-0 javnleiki.
Viljormur fekk 70 minuttir á vøllinum áðrenn hann var skiftur út.
Seinastu 20 minuttirnar trýsti HB Køge, men Vejle stóð móti trýstinum, og fekk togað seg upp á oddasessin í næstbestu fótbóltsdeildini.
Tað er langt síðani Viljormur Davidsen fekk møguleikan frá byrjan á liðnum hjá Vejle, og hjá føroyska landsliðnum og Lars Olsen kemur hetta væl við.
Sambært Twitter-síðuni hjá Vejle var Viljormur Davidsen rættiliga eyðsýndur í kvøld.
Vejle og Fredericia hava bæði 21 stig aftaná 11 dystir, men Vejle hevur betri málmun.
Komandi sunnudag tekur Vejle móti Vendsyssel FF á heimavølli á Nørreskoven leikvøllinum í Vejle.
Støðan:
Nr. | ||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|
1. | Vejle | 11 | 6 | 3 | 2 | 22:12 | 21 | |
2. | Fredericia | 11 | 6 | 3 | 2 | 24:18 | 21 | |
3. | Kolding IF | 11 | 6 | 2 | 3 | 22:18 | 20 | |
4. | Viborg | 11 | 5 | 4 | 2 | 18:12 | 19 | |
5. | Fremad Amager | 11 | 4 | 4 | 3 | 12:12 | 16 | |
6. | Vendsyssel FF | 11 | 5 | 1 | 5 | 11:13 | 16 | |
7. | Nykobing | 11 | 4 | 3 | 4 | 21:24 | 15 | |
8. | Næstved | 11 | 3 | 3 | 5 | 13:16 | 12 | |
9. | HB Køge | 11 | 2 | 5 | 4 | 14:17 | 11 | |
10. | Skive | 11 | 2 | 5 | 4 | 16:20 | 11 | |
11. | Hvidovre | 11 | 2 | 4 | 5 | 15:19 | 10 | |
12. | Roskilde | 11 | 2 | 1 | 8 | 15:22 | 7 |