Eftir at Vejle í gjár tapti fyri Horsens í donsku superliguni, tykist tað næstan vónleyst hjá felagnum at sleppa undan niðurflyting til næstbestu deildina. Velje hevur bert fingið eitt stig í trimum dystum er vetrarsteðgin, og nú er langt upp til bjargingina. AC Horsens var rakt av fleiri skaðum til dystin ímóti Vejle, men vann álikavæl 2-0. Tá ið støðan var 1-0, gjørdi Vejle sína uppgávu enn truplari, tí ein spælari fekk reyða kortið, eftir at hann hevði givið dómaranum ein vissan fingur.
Tíðindi









