Vejle vann umsíðir

Í 13. umfari av superliguni í gjár vann Vejle sín fyrsta dyst í ár. Vejle hevur havt tað sera trupult sum uppflytari til superliguni, og liðið hevur bert fingið onkran javnleik higartil. Men í gjár bragdaði umsíðir hjá Vejle, sum vann 3-2 á FC Nordsjælland á heimavølli. Issey Nakajima skoraði tvey av málunum, og fyrrverandi NSÍ-álopsspælarin Ulrik Balling gjørdi eitt av málunum. Vejle liggur tó framvegis aftast í superliguni.