Liðið hjá Jóan Símuni Edmundssyni og Viljormi Davidsen, Vejle vann fyrr í kvøld á felagnum hjá Rógva Baldvinsson, Fredericia FC í grannauppgerðini í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Viljormur Davidsen byrjaði inni fyri Vejle, meðan Jóan Símun Edmundsson byrjaði á beinkinum, aftaná tveir harðar landsdystir fyri Føroyar. Rógvi Baldvinsson var ikki eingong á beinkinum hjá Fredericia.
Tað sá leingi út til at skula enda við javnleiki 0-0, men fáar minuttir undan leikloki tryggjaði Anders Kaagh Vejle øll trý stigini, aftaná eitt frálíkt upplegg frá Denis Fazlagic.
1012 áskoðarar sóu grannauppgerðina í Fredericia. Vejle er nummar trý í næstbestu donsku deildini við 21 stigum. Fredericia er nummar fimm við 17 stigum.
Komandi sunnudag tekur Vejle ímóti Skive, meðan Fredericia vitjar FC Vestsjælland.