Tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá Vejle Boldklub seinastu árini. Í hvussu so er ikki fíggjarliga. Ítróttarliga hevur tað hilnast eitt sindur betur. Eftir niðurflyting megnaðu teir skjótt at koma aftur í superliguna. Har stríðast teir fyri at sleppa undan skjótari niðurflyting. Tað er í tí sambandinum, at teir m. a. hava skrivað sáttmála við føroyska landsliðsmannin Christian Høgna Jacobsen.
At tað ikki stendur nakað serligt til fíggjarliga fekst fyrst í hesi vikuni aftur ein áminning um. Roknskapurin fyri 2001 varð kunngjørdur, og hann vísir eitt rakstrarundirskot uppá 2,6 milliónir krónur. Í 2000 var undirskotið 2,0 milliónir krónur. Tað vil við øðrum orðum siga, at tvey tey seinastu árini hevur tað gingið 4,6 milliónir skeiva vegin. Nú er eginpeningurin 2,2 milliónir krónur. Tað vil við øðrum orðum siga, at um gongdin frá teimum seinastu árunum heldur fram komandi árini, so verður alt annað enn væl vorðið.
Í Vejle siga teir seg vera greiðar yvir, hvussu tað stendur til. Teir hava lagt um, soleiðis at flestu spælararnir nú eru í hálvtíðar starvi hjá felagnum. Fyri einum ári síðani høvdu teir nógvar spælarar í fulltíðarstarvi. Umleggingin hevur havt við sær, at rakstrarútreiðslurnar eru nógv minkaðar. At hetta ikki sæst aftur á úrslitinum fyri í fjør kemst av, at inntøkurnar frá stuðlum og sølu av spælarum eru nógv minkaðar.
Hóast soltna úrslitið, so siga teir í Vejle seg rokna við, at hetta árið fer at hilnast væl betri, enn tey bæði undanfarnu árini hava gjørt. Teir rokna við einum yvirskoti upp á tríggjar milliónir. Øktu inntøkurnar skulu fáast til vega á tann hátt, at fleiri spælarar so at siga verða seldir frammanundan, at teir veruliga verða seldir. Tað vil við øðrum orðum siga, at rætturin til møguligan vinning av sølu av spælarunum verður seldur.
Og so kann metast um, um hetta er at gera sum kellingin, sum pissaði fyri at halda hitanum!
Føroyingar í TV3+
Fyrsta umfarið í superliguni verður 3. mars. Tá skulu Christian Høgni og teir spæla í Lyngby. Talan verður um eitt slag av lagnudysti, sum tað er av alstórum týdningi, at Vejle fer at fáa fulla úrtøku burturúr. Sum kunnugt er professionelli parturin av felagnum í Lyngby farin á húsagang. Tað vil siga, at felagið fer bara at hava amatørar á liðnum í vár.
Í næsta umfarinum eftir vetrarsteðgin fær Vejle vitjan av FCK. Hesin dysturin verður spældur 10. mars, og TV3 hevur gjørt av, at dysturin skal vísast beinleiðis. Tað vil siga, at møguleiki er fyri, at Todi Jónsson og avloysarin hjá honum á landsliðnum, Christian Høgni Jacobsen, fara at dystast ímóti hvørjum øðrum, og at møguleiki verður fyri at fylgja við á TV3+ rásini.
Vejle hevur verið á venjingarlegu í Spania. Nú eru teir komnir til hús aftur. Komandi leygardag skulu teir spæla venjingardyst ímóti AAB, og annað vikuskifti fara teir at leggja til brots í landskappingini.