Vejle setti dýr stig til móti Fremad Amager

(VIDEO) Viljormur Davidsen og Heini Vatnsdal vóru á vøllinum allan dystin, tá føroyingauppgerð í dag var í næstbestu donsku deildini

Vejle BK við Viljormi Davidsen á liðnum, hevði í vetrarsteðginum beinleiðis kós upp móti bestu donsku fótbóltsdeildini, tá liðið lá greitt á odda í næstbestu deildini. Men soleiðis er ikki longur.

 

Eftir at Vejle í dag setti stig til móti Fremad Amager í 1-1 javnleikinum á heimavølli, er Vendsyssel nú á fremsta plássinum. Tó eru bæði Vejle og Vendsyssel jøvn í stigum. Merkisvert við Vejle er tað, at felagið hvørki hevur tapt ella vunnið nakran dyst eftir jól. Allir fimm dystirnir, sum liðið hevur spælt, eru endaðir við javnleiki.

 

Viljormur Davidsen spældi allar 90 minuttirnar fyri Vejle í dag á vinstra bakki, meðan Heini Vatnsdal spældi allan dystin í miðverjuni fyri Fremad Amager.

 

Av øðrum dystum, endaði úrslitið hjá Thisted FC, sum hevur Jákup Thomsen á liðnum, 1-1 móti FC Fredericia, meðan liðið hjá Finni Justinussen – Næstved BK – ið spælir eina deild niðanfyri, vann 2-0 á heimavølli móti Kolding IF.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málini sum komu í dystinum.