Vejle fekk fyrsta sigurin

Viljormur og teir eru framvegis ósigraðir, meðan Vendsyssel FF hevur tapt allar dystirnar.

Talan var um føroyingauppgerð í næstbestu donsku deildini í kvøld, tá ið Vendsyssel FF við René S. Joensen, Hákuni Edmundssyni og Meinhardi E. Olsen í hópinum fingu vitjan av Viljormi Davidsen og Vejle.


Chris Sørensen legði Vendsyssel FF á odda í 36. minutti, men stutt fyri hálvleik javnaði Simon Nagel til 1-1. Í seinna hálvleiki gjørdi Vejle bart og vann dystin 3-1 við málum frá sama Simon Nagel og Ole Bisp Rasmussen.


Viljormur Davidsen spældi allan dystin á vinstra bakki hjá Vejle, meðan René S. Joensen var einasti føroyingurin á vøllinum hjá Vendsyssel FF. Hann varð innskiftur í 78. minutti.


Hetta var fyrsti sigurin hjá Vejle í hesum kappingarárinum, har teir høvdu spælt javnt teir báðar fyrstu dystirnar. Vendsyssel FF hevur tapt allar tríggjar dystirnar.