Hóast nevndin í felagnum í hesari løtu stríðist fyri at fáa pengar inn, soleiðis at Vejle Boldklub kann varðveita pappírini sum professionelt fótbóltsfelag, so hevur fremsta liðið hjá Vejle í dag spælt steypadyst á útivølli móti Vejgaard.
Og dysturin hjá Vejle gjørdist nógv truplari, enn vónað var frammanundan, tí Vejgaard legði seg á odda ein minutt áðrenn tað tað gjørdist hálvleikur.
Men uppá 5 minuttir í seinna hálvleiki, eydnaðist tað Vejle at venda dystinum á høvdið. Kim Elgaard javnaði til 1-1, meðan Andreas Albers Nielsen legði Vejle á odda 2-1, tá góður hálvur tími var eftir av dystinum.
Føroyski landsliðsleikarin Viljormur Davidsen leikti allar 90 minuttirnar á vinstra bakki hjá Vejle.
Í komandi rundu skal Vejle Boldklub møta AaB, ið hevur føroyska Gilla Sørensen við í hópinum.









