Traditiónsríka danska felagið Vejle Boldklub, ið hevur føroyska landsliðsleikarin Viljormur Davidsen á liðnum, hevur í seinastuni verið hótt av húsagangi. Orsøkin er at felagið hevur mangla umleið 4 milliónir, fyri at felagið kann fáa sín licens, ið gevur atgongd til fulltíðar fótbólt.
Les eisini: Felag við føroyskum landsliðsleikara hótt av húsagangi
Men í gjár gjørdist greitt at Vejle hevur fingið neyðugu pengarnir og tískil er felagið bjargað fíggjarliga.
Tað eru sera góð tíðindi fyri føroyska landsliðsleikarin Viljormur Davidsen, ið fyri stuttum longdi sín sáttmála við Vejle í 2 ár afturat.
Viljormur sigur í stuttari viðmerking við in.fo.
- Tað eru góðar nýggjheitir fyri okkum í felagnum. Tað hevur merkt stemningin í felagnum í seinastuni, at støðan hevur verið ógreið. Og tí er tað ein lætti, at felagið hevur fingið greiðu á og at felagið er tryggjað fyri framtíðina.
22 ára gamli Viljormur Davidsen hevur leikt 22 dystir fyri Vejle hetta kappingarárið og er skrásettur fyri 1 mál.











