Vejle aftur sigrað á heimavølli

Christian Høgni Jacobsen var í álopinum alla tíðina, og hann hevði ein góðan stútara, áðrenn undirmettu gestirnir úr Norðurjyllandi tóku øll stigini

DANMARK 1. DEILD

Tað gongur ikki væl hjá einasta føroyska felagnum í næstbestu donsku deildini. Áskoðararnir í traditiónsríka Vejle hava eisini fingið ferilin av, at tað ikki longur skal roknast so nógv við áður so stolta fótbóltsfelagnum í býnum. Eftir sætta umfarið er Vejle á 11. plássinum. Vónirnar um skjóta uppflyting eru frystar, og í løtuni verður hugt meiri hin vegin, enn tað verður kagað uppeftir.
Sunnudagin hevði Vejle vitjan av FC Nordjylland, sum fór avstað við øllum stigunum. Frammanfyri bara 791 áskoðarum vunnu teir 2?1. Teir skoraðu í 13. og 52. minutti, og tá ið Vejle í 57. minutti fekk mál, vóru tað gestirnir, sum gjørdu sjálvmál. Christian Høgni Jacobsen var allar 90 minuttirnar í Vejle álopinum. Tíðliga í dystinum hevði hann ein góðan stútara ímóti mótstøðumálinum, men einki spurdist burturúr.
Grannarnir hjá Vejle, Horsens, sum fyri ikki so langari tíð síðani vórðu nevndir sum møguligur partur í felags liði við Vejle, eru á odda. Johan Byrial Hansen er í felagnum, sum sunnudagin vann 3?1 á heimavølli ímóti HFK Sønderjylland. Harvið hevur Horsens, sum hevur fyrrverandi verjuspælaran á landsliðnum, Kent Nielsen, við róðrið, átjan stig og fult stigatal eftir seks tey fyrstu umførini.
Næstfremst er Ølstykke, sum Henrik Larsen, føroyski landsliðsvenjarin, áður hevur vant, og sum Benny Johansen, ið fyri góðum ári síðani í nakrar dagar var rættuliga kendur í Føroyum, er venjari hjá. Ølstykke var hesa ferð á Amager, har teir vunnu 2?0 á Fremad, sum spruttaði eitt sindur í fyrstu umførunum, men sum nú tykist vera komið niður á jørðina. Fremad varð órógvað av, at teir mistu tveir spælarar. Longu í 33. minutti sá fyrri maðurin reytt.
Randers FC er væl við í toppinum, eftir at teir hesa ferð vunnu 2?1 á B1913. B93 vann 3?1 á Eysturbrúgv ímóti Fredericia, sum hevur ætlað sær at rokkið langt í ár. Í Nykøbing Falster tapti heimaliðið 3?2 ímóti Skjold úr Keypmannahavn. Leygardagin vann Silkeborg 3?0 á Tingbjerg stadion í Keypmannahavn ímóti Brønshøj, sum framvegis eigur fyrsta stigið til góðar. Harvið fingu niðurflytararnir eftir fleiri vónbrot sjálvsálitið upp á pláss aftur. Hitt niðurflytaraliðið, Køge, megnaði ikki meiri enn 1?1 á útivølli ímóti FC Aarhus.