Veittu fyrstuhjálp í Nólsoy

Tvey fólk í Nólsoy veittu ein junimorgun í fjør eini kvinnu sera týdningarmikla fyrstuhjálp, og fyri tað vóru tey heiðrað av Reyða Krossi Føroya í gjár

Tað vóru tey bæði Ivy Jakobsen og Edvard Skúvadal, sum traðkaðu til, tá ein kvinna bleiv illa fyri í sambandi við ein felags uttandura morgunmat í Nólsoy ein góðveðursmorgun í juni í fjør.

Ivy, sum er sjúkrarøktarfrøðingur, legði saman við Edvard kvinnuna eftir høvdinum, eitt vet í undanbrekku, fyri at tryggja blóðstreyminum til lívgevandi gøgnini. Kvinnan misti vitið, andadrátturin gjørdist snorkandi, og pulsurin skifti millum at vera títtur og óregluligur til at vera veikur og spakuligur. Ivy og Edvard gjørdu seg til reiðar at veita hjartamassagu.

 

Í somu løtu, sum Edvard skuldi til at veita fyrsta trýstið til hjartamassagu, raknaði kvinnan við. Hon hevði hug at yviranda og gramdi seg um ringa høvuðpínu. Hetta, saman við snorkandi andadráttinum fyri løtu síðani, gav Ivy eina ábending um, at okkurt var áfatt inni í høvdinum. Tá talan er um blóðtøpp ella bløðing í heilanum, er tað av alstórum tídningi, at heilin fær nokk av ilt - men í Nólsoy er eingin súrevnisfløska. Aftur her vísti Ivy sítt hugflog, samtvinnað við sterkum fakligum kunnleika, við at fáa kvinnuna at hugsavna seg um andadráttin. Tá tamarhald var á andadráttinum tók Ivy sær stundir til at spyrja kvinnuna um føðidato, p-tal og heilivág, sum eru umráðandi upplýsingar hjá heilsustarvsfólki at hava, tá ein verður innlagdur á sjúkrahús.

Eftir 45 minuttir kom serkøn hjálp út til Nólsoyar, og alla hesa bíðitíð høvdu Ivy og Edvard tamarhald á støðuni við sjúku kvinnuni, og í dag hevur kvinnan tað gott.