Veittraði fyri fyrstu ferð uttan Heindrikk prins

Drotning Margretha vinkaði til danska fólkið í dag sum einkja

Margretha Drotning fyllir í dag 78 ár, og dagurin varð hildin á Amalienborg. Klokkan 11 føroyska tíð trein Drotningin og familja hennara út á balkongina á CHristian IX slotti at heilsa teimum gestunum, sum vóru komin á staðið at heilsa Drotningini. 

 

 

Hetta var fyrstu ferð, at Drotningin helt føðingardag einsamøll, síðani maður hennara Heindrikkur prinsur, doyði 13. februar í ár. Men hóast tíðin hevur verið trupul, sambært útlendskum miðlum, so tóktist Drotningin kortin at vera í góðum lag, tá ið hon fór út á balkongina. Mong vóru komin á staðið at heilsa familjuni, og tey róptu og flaggaðu, tá ið Drotningin kom út. 

 

 

Á balkongini stóðu krúnprinsessa Mary við børnunum Christian, Isabella, Josephine og Vincent. Eisini stóðu Joakim prinsur og prinsessa Maria við teirra børnum Athena og Henrik, og Felix og Nikolai, sum eru børn frá hjúnalagnum hjá Joakim prinsi við Alexandru, sum nú er greivinna.

 

 

Ritzau