Tað harmar føroysku dómararnar, at teir noyðast at veittra síni størstu avbjóðing í dómarahøpi farvæl. Teir taka ikki av møguleikanum at døma fyrru mansfinaluna í Challenge Cup millum portugisiska Benfica og slovenska Cimos Koper.
- Tað er sera keðiligt, at vit eru noyddir at vísa tilboðnum aftur. Tað hevði verið okkara størsta avbjóðing nakrantíð, sigur Eyðun Samuelsen.
Orsøkin er, at Eyðun Samuelsen fór av vøllinum við skaða, tá bestu kvinnuliðini hjá Stjørnuni og Neistanum spældu triðja finaludystin um føroyameistaraheitið. Eyðun Samuelsen er framvegis ikki komin fyri seg, og hann er ikki førir fyri at døma aftur í bræði.
Tilboðið er greitt tekin um, at føroysku dómararnir hava staðið seg væl í altjóða høpi. Teir hava slóðað fyri í føroyskum dómarahøpi. Í februar dømdu teir fjórðingsfinaluna millum týska Lemgo og turkiska Besiktas. Í mars runnu teir við floytuni í dystinum í bólkaspælinum í Champions League millum týska SG Flensburg-Handewitt og HC Bosna Sarajevo úr Bosnia. Tað var mett sum størsta bragd í føroyskum hondbólti yvirhøvur.
Fyrri finaludysturin millum Benfica og Cimos Koper verður spældur sunnudagin.